Saunagos.fo
Saunagos og vælvera
28/07/2026
Ein túr á Portalin, kom man eisini 🙏
Vónandi vita vit skjótt, hvar vit kunna búðleikast, eftir 17 august 🤞
Saunan á Argjum skjótt heimleys Jan Zachariassen, helst royndasti saunagos-meistarin her á landi, má víkja fyri alneyðugum kloakeringsarbeiði í Sandagerði. Enn hevur hann ikki funnið nýtt egnað stað til sítt væl vitjaða saunatilboð
23/07/2026
So endaði man í Ólavsøkuútgávuni hjá Sosialinum ❤️
(Digital versión longur niðri)
(Deil enduliga, kanska onkur eigur eitt pláss 🤞)
Vil líka viðmerkja, at tað er ikki bert mítt heita hjarta, sum bankar har úti.
Har eru 3 gosmeistarinnur + onnur sum hava hjálpt til av og á, sum absolut eisini eiga æruna fyri at staðið er sum tað er, uttan teirra hjálp, so var einki.
Og ikki fyri at snakka um Sjósavnið, hetta er teirra projekt, og eg vil takka teimum 100000 ferð fyri at hava fingið møguleikan at verða ein partur av tí ❤️
𝐇𝐞𝐢𝐦𝐥𝐞𝐲𝐬𝐮𝐫 𝐦𝐢𝐭𝐭 𝐢́ 𝐬𝐢́𝐧𝐮𝐦 𝐬𝐭ø𝐫𝐬𝐭𝐚 𝐚𝐯𝐫𝐢𝐤𝐢
Við sjósavnið á Argjum hevur Jan Zachariassen skapt nógv meira enn eitt saunagos. Hann hevur bygt eitt stað, har fólk finna frið, felagsskap og nýggja orku. Men nú noyðist vælumtókta saunagosið at flyta, tí økið skal umbyggjast. Kortini hevur Jan ikki givið upp. Hann droymir um eina nýggja staðseting, har hann aftur kann geva fólki tær løturnar, sum so nógv hava tikið til sín.
Tað byrjar ofta við einum djúpum andadrátti.
Ein maður letur eyguni aftur. Ein kvinna søkkur niður í heita pottin og letur akslarnar slappa av. Onkur flennir. Onkur tigur. Onkur kemur troyttur eftir ein langan arbeiðsdag og fer heim við einum heilt øðrum kroppi.
Úti við sjósavnið á Argjum hevur hetta verið gerandisdagur.
Tað er ikki bara ein sauna. Ikki bara tveir hitapottar. Ikki bara eitt stað at fara í kuldakar. Tað er vorðið eitt stað, har fólk hála stikkið úr eina løtu. Har pulsurin fellur. Har fremmand fara hvør til sítt sum vinfólk.
Mitt í øllum stendur Jan Zachariassen.
Tað sæst, at nógv orka er løgd í. Designið, terassa, sauna, hitapottar, kuldakør og allir smálutirnir, sum fólk kanska ikki leggja til merkis, men sum gera allan munin.
Men hann er skjótur at leggja dent á, at hetta er ikki bara hansara verk.
"Hetta hevði ongantíð borið til uttan alla hjálpina, eg havi fingið. Vinir, kenningar og fólk, sum hava trúð upp á hugskotið, hava lagt bæði tíð, arbeiðsmegi og hjarta í verkætlanina. Tey eiga øll sín part í hesi sólskinssøguni.”
Tey hava brúkt óteljandi tímar uppá hetta. Og Jan hevur brúkt sínar egnu pengar til at gera dreymin til veruleika.
Ikki tí hann sá eitt gullnám. Men tí hann sá eitt tørv.
Tørvin á einum staði, har fólk kundu steðga á. Har stressið kundi sleppa takinum eina løtu. Har kroppur og sinn kundu fáa frið.
"Eg havi altíð hildið, at tað besta er at síggja fólk fara heim við einum smíli. Tað er nógv meira vert enn at telja, hvussu nógv er komið inn á kontuna. Tað hevur ongantíð verið pengar, sum hevur drivið meg," sigur Jan.
𝐌𝐞𝐢𝐫𝐚 𝐞𝐧𝐧 𝐡𝐢𝐭𝐢 𝐨𝐠 𝐤𝐮𝐥𝐝𝐢
Tað er kanska eisini júst tí, at staðið hevur fingið so nógv fólk at venda aftur.
Har eru eingin stór orð. Einki luksus í klassiskum týdningi.
Bara hiti, kuldi, dampur og gott útsýni. Og eitt menniskja, sum gongur høgt uppí, at onnur skulu fáa eina góða uppliving.
Ein fastur gestur lýsir tað soleiðis:
"Eg kom fyrstu ferð, tí ein vinmaður hálaði meg við. Nú hevði eg havt trupult við at ímynda mær lívið uttan hetta staðið. Tað er eitt av fáu støðunum, har eg veruliga gloymi telefonina og arbeiðið", sigur ein kundi.
Ein kvinna sigur:
"Eg føli meg lættari, tá eg havi verið her. Tað er, sum onkur hevur skrúvað niður fyri øllum larminum í høvdinum. Tað er næstan sum terapi... bara uttan orð, “ sigur ein annar.
Ein triði gestur smílist og sigur:
"Jan hevur skapt nógv meira enn eina sauna. Hann hevur skapt eitt felagsskap. Her møtir tú fólki, sum tú ongantíð hevði tosað við aðrastaðni," sigur tann triðji.
Kanska er tað júst tað, sum hevur gjørt saunagosið so væl umtókt.
Ikki at fólk koma fyri at sita í einari sauna.
Men at tey fara heim við meiri friði enn tey komu við.
𝐓𝐚́ 𝐟𝐚𝐤𝐟𝐨́𝐥𝐤 𝐨𝐠 𝐢́𝐭𝐫𝐨𝐭𝐭𝐚𝐫𝐟𝐨́𝐥𝐤 𝐯𝐞𝐥𝐣𝐚 𝐬𝐚𝐦𝐚 𝐬𝐭𝐚ð
Tað eru heldur ikki bara privatpersónar, sum hava tikið saunagosið til sín.
Seinastu árini hava bæði Margarinfabrikkin og Blái Krossur brúkt saunagosið sum part av sínum arbeiði við menniskjum.
Eisini hava bæði føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum og kvinnum verið framvið fleiri ferðir, har saunagosið hevur verið partur av fyrireikingini og felagsskapinum uttan fyri vøllin.
Margarinfabrikkin hevur í eitt tíðarskeið samstarvað við Jan, har saunagosið hevur verið ein partur av einum námsfrøðiligum átaki, har afturmeldingarnar vóru, at um Jan ikki møtti teimum á teirra støði, hevði hetta átakið ikki komið á mál. Og Jan fekk ungdómin at føla seg sæddan, hoyrdan og viðurkendan.
Tað er ikki bara Margarinfabrikkin, sum hevur fingið góðar royndir. Eisini Liv Lívið hjá Bláa Krossi hava brúkt saunagosið í sínum arbeiði og vilja fegin koma aftur.
Tað sigur kanska meira enn nógv hagtøl.
Tá bæði einstaklingar, fakfólk og ítrottarfólk velja sama stað aftur og aftur, er tað ikki bara hitin í sauna'ini, tey venda aftur til. Tá er tað eisini hitin í Jan sum menniskja.
Tey koma aftur, tí hetta er eitt trygt og friðarligt stað at vera menniskju.
𝐍𝐮́ 𝐞𝐫 𝐟𝐫𝐚𝐦𝐭𝐢́ð𝐢𝐧 𝐨́𝐯𝐢𝐬𝐬
Tí rakar tað eisini nógv, at framtíðin hjá staðnum er óviss.
Ein umbygging skal setast í verk á økinum við sjósavnið. Tað merkir, at saunagosið má víkja. Terassan skal takast niður. Hitapottarnir flytast, og Sauna'in hvørvur.
Og soleiðis verður eitt stað, sum nógv hava gjørt til ein fastan part av sínum gerandisdegi, heimleyst.
Kortini er Jan ikki maðurin, sum brúkar nógv orku upp á at peika fingrar. Hann hyggur heldur frameftir.
Dreymurin livir framvegis
Hann droymir um at finna eina nýggja staðseting, har saunagosið kann halda fram. Eitt av teimum støðunum, hann heldur hevði hóskað væl, er Sandagerð. Har hevði sjógvurin, umhvørvið og atkomumøguleikarnir skapt góðar karmar um tað, sum nógv longu hava gjørt til ein fastan part av gerandisdegnum.
Men tað er ikki ein avgerð, hann sjálvur tekur.
Tað er ein politiskur spurningur.
"Sjálvandi er tað tungt. Eg hevði logið, um eg segði nakað annað. Men um vit hava megnað at skapa hetta eina ferð, so trúgvi eg eisini, at vit kunnu gera tað aftur. Eg vil bara at sleppa at halda fram. Ikki fyri mína egnu skuld, men tí eg síggi, hvussu stóran mun tað ger hjá fólki. Fái eg ein møguleika, so eri eg 100% til reiðar at byggja tað upp aftur,” Jan Zachariassen
𝐌𝐞𝐢𝐫𝐚 𝐞𝐧𝐧 𝐞𝐢𝐧 𝐬𝐚𝐮𝐧𝐚
Kanska endar søgan á Argjum.
Men tað hevði verið synd, um tað eisini varð endin á tí, sum so nógv hava tikið til sín.
Tí summi støð eru nógv meira enn træ, skrúvur og steinar.
Tey eru karmarnir um løturnar, har menniskju fáa frið í høvdið, hita í kroppin og orku at fara víðari.
Tað er eitt sindur trupult at flyta eina terassu.
Men tað er nógv lættari at flyta eina hugsjón.
Og kanska er tað júst hugsjónin, sum hevur gjørt, at so nógv fólk hava funnið vegin oman á Argir.
20/07/2026
Hjá okkum er rúm fyri øllum, men júst hetta tiltak er bert pláss fyri 16❤️
Er tú ein LGPT+ ´ari og vil gleðast saman við, og stuðla LGBT+ Føroyar, so ogna tær eitt pláss.
Pláss til tiltakið er at fáa á www.klue.fo
Saunagos fyri LGBT+'arar Kom og njót eina vælveruløtu dagin fyri Faroe Pride við saunagosi. Sunnudagin 26. juli kl. 15-18 verður saunagos fyri LGBT+'arar. Tiltakið verður á Saunagos við Sjósavnið á Argjum. Har verða hitapotta
14/07/2026
Vit fara at bestilla nýggj kuldakør heim, og tí vilja vit geva tykkum møguleikan at hefta tykkum uppá.
Send privatboð, um tú ynskjur at keypa.
Her eru tvey sløg av kuldakørum.
• Premium er til ganska vanligt brúk
• Pro er væl sterkari og betur kvalitetur, tey eru líka sum tey vit sjálvi brúka, við Sjósavnið á Argjum, SERA góður kvalitetur.
13/07/2026
Leiga sauna og hitapottar, frá 1250,- pr. tíma
Her sær tú prísinir:
https://saunagos.fo/index.php/leigasauna/
08/07/2026
🌊 Síðsta summarið við Sjósavnið.
17. august byrjar arbeiðið við nýggjari kloakskipan við Sjósavnið. Tað er ein góð og týdningarmikil íløga, sum fer at geva okkum eitt reinari Sandagerð, og tað fegnast vit um.
Samstundis merkir tað, at Saunagos má flyta. Vit vita framvegis ikki, hvar okkara næsta heim verður, men vit vita, at hesar vikurnar eru tær síðstu, har tú kanst uppliva Saunagos júst her.
Hevur tú ongantíð verið hjá okkum, so er nú rætta løtan.
Hevur tú verið her áður, so kom og njót eitt saunagus afturat á hesum serliga staðnum, sum hevur givið so nógvum frið, hita og góðar upplivingar.
💙 Hetta er ikki endin – bara endin á einum sera vøkrum kapitli.
Vit gleða okkum at deila hesar seinastu løturnar við tykkum.
📍 Við Sjósavnið á Argjum
👉 Bóka á www.saunagos.fo
05/07/2026
Saunagos í Vestmanna
ÚTSELT - EykaGos! Kl. 21.00
Mikudagin 08.07.26
Kl. 19.00 - 20.00
Bílegg pláss á www.klue.fo
https://klue.fo/events/4543c5d3-482d-4e90-9f6c-7e09c83f682e
Saunagos í Vestmanna So kemur tunnan aftur til Vestmanna. Væl upphita og væl angandi. Kom og uppliv eina friðsæla løtu.
02/06/2026
Nú nógv skriva til okkum, og spyrja hví vit hava stevnt kommununa, so skal eg líka fortelja, at tað IKKI er Saunagos.fo sum hevur stevnt nakran.
Vit hava eisini innlit í málinum, og eg má siga at málið ikki er serliga væl lýst í hesi greinini.
Við vón um, at hetta mál skjótt kemur uppá pláss, og fólkið fær tað besta burturúr.
https://kvf.fo/greinar/2026/06/02/sauna-dypp-stevnt-torshavnar-kommunu
Sauna Dypp stevnt Tórshavnar kommunu Smápartafelagið Sauna Dypp hevur stevnt Tórshavnar kommunu eftir 1,9 milliónum krónum
02/05/2026
Thank you for the visit!
Great company under the Faroese sun made it all the more special.
And luckily, we even got to enjoy some real warmth in the sauna too — the perfect contrast to the fresh island air.
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Type
Telefon
Internet side
Adresse
Tórshavn
100